Vís avrik

Vís avrik

Hetta hava vit gjørt
Hví ikki bussss?
Saman við Tórshavnar Kommunu hevur Sendistovan ment eitt átak, sum skal eggja fólki í Havn at gagnnýta ókeypis bussleiðina. Snúningsaksan í átakinum er sentrali spurningurin: Hví ikki buss?

Tórshavnar Kommuna hevur eitt einastandandi tilboð til sínar íbúgvar. Ókeypis bussleið. Hetta er sjáldsamt í heimshøpi, og vil Kommunan hava enn fleiri borgarar at gagnnýta hesa tænastu. Serliga í miðbýnum merkja havnarfólk, at tað er trongligt á vegnum tá fólk ferðast til og frá arbeiði og skúla, og eisini kann tað verða trupult at finna parkeringspláss í býnum. Tí vil Kommunan sjálvandi eggja alternativari ferðslu í býnum, og bussleiðin er avgjørt eitt gott og umhvørvisvinarligt alternativ til bilin. At bensinprísurin er farin uppum 11 kr/L ger átakið enn meira aktuelt hjá tí skynsama havnaríbúgvanum.

Men tað er ein sannroynd, at bussarnir fyri tað mesta koyra hálvtómir, og av tí at Kommunan hevur gjørt stórar íløgur í nýggjar, snøggar bussar fyri knøppum árið síðan, var ynski um at gera eitt átak, sum skal fylla bussarnar.

 

Átakið varð alment boðið út, og við einum einføldum og effektivum hugskotið, vann Sendistovan rættin til at menna átakið.

 

Málið við átakinum er tí, at fáa fólk í bussarnar. Málbólkurin fyri átaki eru øll Havnarfólk. Tó eru fleiri undirboðskapir beintir beinleiðis eftir bilførarum.

 

Sendistovan menti eitt átak, sum nýtir býin sum høvuðsmiðil. Tað er úti í ferðsluni at vit eru varug við okkara egnu ferðsluvanar, og fyri at møta og helst eggja okkum til at broyta okkara vanar, nýta vit ferðsluna sum natúrliga staðið at minna okkum á bussleiðina. 12 bussar eru sera sjónligir í býnum í gerandisdegnum, og eru hesir upplagdir at nýta sum miðil. Tí eru bussarnir prýddir við átaksboðskapinum. Hartil eru tey størstu og effektivastu skeltini í býnum tikin í nýtslu. Sápufabrikkin og Yvirskíggin. Og sum supplerandi miðil vóru loftmiðlarnir valdir til at bera fram átaksboðskapin.

 

Grundhugskotið er ment út frá tí einfalda spurninginum: “Hví ikki buss?” Alla staðni har spurningurin verður reistur, verður ein grundgeving knýtt afturat. T.d. “0,- í vegskatti. Hví ikki buss?” Tilsamans eru 12 ymsar grundgevingar nýttar, og tær eru alllar spjaddar á ymsar bussar, skeltir og ein útvarpslýsing er gjørd fyri hvørja grundgeving. Alt verður grundað á einfaldar og rationellar grundgevingar, sum hava tað íl felag, at tær vísa á teir eyðsýndu fyrimunirnar við at koyra buss.

 

Fyri at geva fólki enn eitt gott høvi at trína inn í bussarnar, er ein kapping gjørd, ið eggjar fólki at taka ein seðil, sum verður býttur út í býnum, svara tveimum spurningum og skriva títt navn og teldupost, og síðan skal seðilin latast inn í einum av teimum 12 bussunum sum koyra í býnum. Kommunan hevur latið nakrar góðar vinningar, sum drigið verður um, og høvuðsvinningurin er eitt gávukort frá Uno uppá kr. 20.000 til at keypa súkklur - enn eitt frálíkt alternativ til bilin.

 

Orðið buss er stavað við 4 s'um, fyri at geva orðinum eitt grafiskt eyðkenni. Og tað verður samanknýtt í útvarpslýsingunum, har ið upplesarin sigur lesur upp orðið “buss”, og ein busshurð letur aftur og fær langa s-ljóðið fram í lýsingini.

 

Sendistovan ynskir Tórshavnar Kommunu hjartaliga til lukku við átakinum, og spyr: “Hví ikki bussss?”

 

Sí bussleiðina hjá Tórshavnar Kommunu her

 

Les meira um Yvirskíggjan her