Vís avrik

Vís avrik

Hetta hava vit gjørt
43968305
En ny bank, du allerede kender
Amagerbanken eitur nú BankNordik
Í tøttum samstarvi við BankNordik hevur Sendistovan samskipað, ment og verksett navnaskiftið hjá kenda danska Amagerbanken. Lýsingaátak, skelting, prent, heimasíða, filmur og kundasamskifti eru nakrar av uppgávunum, sum eru loystar.

 

Danski bankamarknaðurin – og ikki minst tey 92.000 viðskiftafólkini hjá Amagerbanken – kann umsíðir bjóða einum nýggjum banka vælkomin. Ella, sum boðskapurin ljóðar, "En ny bank, du allerede kender". Við hesum lovar BankNordik sínum viðskiftafólkum og marknaðinum at tey varðveita tað góða frá Amagerbanken og leggja nýggja fíggjarliga styrki frá BankNordik til. Hetta lyftið er væl grundað í vónunum og royndunum frá Amagerbanken:

 

- Okkara kanningar vísa eitt greitt ynski um at BankNordik skal byggja á serliga andan, sum Amagerbanken hevði. Tí hava vit lagt okkum eftir at vissa kundarnar um, at teir kunnu vænta, at alt tað góða frá Amagerbanken verður varðveitt, samstundis sum bankin fær ágóða av trygga grundarlagnum hjá BankNordik, sigur Allan Dalsgarð, stjóri á Sendistovuni.
 

- Lýsingaátakið er á netinum og í lokalu bløðunum í økjunum, har okkara 12 nýggju deildir eru. Endamálið við átakinum er at byggja víðari á trúfestið og álitið, sum eyðkennir viðskiftafólkini hjá Amagerbanken. Eitt álit, sum BankNordik vil endurvinna. Tí hava vit eisini valt at nýta myndir av starvsfólknum sum bulur í átakinum, sigur Tór Verland Johansen, marknaðarleiðari í BankNordik.

 

Sendistovan, ið hevur verið samskiftisfyritøkan hjá BankNordik seinastu seks árini, hevur tikið avbjóðingina til sín og fylgir nú bankanum á danska marknaðin. – Ein spennandi avbjóðing, sum vit gleða okkum til at loysa saman við okkara samstarvsfeløgum í Danmørk. Vit hava í nógv ár samstarvað við Kontrapunkt um BankNordik, og í hesum førinum hava tey staðið fyri skelting av nýggju deildunum, sigur Allan Dalsgarð.

 

Eins og við keypinum av pørtum av Sparbank í 2010 hevur Sendistovan verið við frá byrjan - heilt frá sjálvum keypinum hava vit skipað samskiftið við starvs- og viðskiftafólk. – Í slíkum verkætlanunum kemur breiddin og styrkin hjá Sendistovuni veruliga til sjóndar, har vit hava ráðgivið, konseptment, sniðgivið, skrivað, prentað, filmað, tikið myndir, gjørt fokusbólkar og miðlaætlan, monterað, animerað og implementerað, sigur Niels Arge Galán, kreativur stjóri á Sendistovuni.

 

Fyrsti kapittulin hjá BankNordik á Amager er byrjaður. Sendistovan takkar BankNordik fyri álitið og vit gleða okkum til víðarimenningina av bankans brandi í Danmark.

 

Vitja nýggju BankNordik.dk her