Vís avrik

Vís avrik

Hetta hava vit gjørt
FSF nýggja heimasíðu
Alt um føroyskan fótbólt á einum stað.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur leingi trongt til eina dagføring, og í sambandi við aðalfundin farna leygardag, kundi FSF í samstarvi við Sendistovuna almannakunngera nýggja alnet heimið hjá føroyskum fótbólti.

Vit á Sendistovuni vóru sera errin av at sleppa at menna hesa heimasíðuna, og fóru stutt fyri jól í fjør undir arbeiðið í tøttum samstarvi við FSF.

Uppgávan var at gera eina síðu, ið kundi mátast við altjóða heimasíður, bæði estetiskt og informativt. Eitt mál, ið vit sjálvi meta, at vit hava rokkið. Her skal rós gevast til FSF, ið hava staðið fyri at dagføra rúgvismikla innihaldið, eitt arbeiði, ið er støðugt, og sum eisini framyvir tryggjar, at henda heimasíða er kappingarfør mótvegis líknandi heimasíðum kring heimin.

Fsf.fo er ikki bara sera snøgg og vøkur. Hon er eisini, hóast sína ovurstóru mongd av tilfari, løtt at finna runt í. Hetta takkað verið tí einfalda bygnaðinum, heimasíðan hevur.

Síðan hevur alskyns hentleikar, eitt nú kappingaryvirlit, leikaralistar, myndasøvn og filmklipp við landsliðsmálum. Hesir eru allir lættir at navigera við. Harafturat er hon útgjørd við eykaneti, har feløgini fara at fáa sínar egnu inngongdir, soleiðis at alt um føroyskan fótbólt er savnað á einum stað. Talvur o.a. frá Faroesoccer.com og Quadso eru eisini at finna á síðuni.

Vit á Sendistovuni vóna, at allir føroyskir fótbóltsfjepparir verða eins glaðir fyri síðuna sum vit, og ynskja FSF tillukku við nýggju heimasíðuni, við vónum um framhaldandi gott samstarv.

Síggj nýggju síðuna hjá FSF her