Vís avrik

Vís avrik

Hetta hava vit gjørt
40455038
Vaska føroyskt
Vaska er nýggja og beinrakna navnið á sápu frá Kemilux. Navnið sigur sum er, hvat vøran ger.
Kemilux hevur, í tøttum samstarvi við Sendistovuna, ment eina nýggja røð av sápum til føroyska marknaðin. Hesar sápur, sum eru betri fyri føroysku nátturna, hava fingið eitt nýtt navn, samleika og søguforteljing.


Avbjóðingin

Tá ið Kemilux kom til Sendistovuna, stóðu tey við avbjóðingini, at teirra vørur ikki vóru nóg sjónligar í handlunum og at uppfatanin av eginleikinum hjá vørunum ikki samsvaraðu við veruligu fyrimunirnar.

Á marknaðinum fyri sápur o.l. er kappingin sera hørð. Kemilux kappast við kend altjóða merkir sum Ajax, Vim, Palmolive o.o. Tørvur var tí á, at taka kappingina upp við hesi merki og at seta fokus á teir fyrimunir, ið bert Vaska hevur.


Málsetningar

  • Geva vørunum hjá Kemilux eina betri sjónligheit í handlunum.
  • Skapa størri tilvitan um vørurnar hjá Kemilux.
  • Økja søluna av detailvørum hjá Kemilux.
  • Skapa eitt forstáðilsi fyri fyrimununum, ið vørur frá Kemilux hava


Uppgávan

Fyri at tryggja, at Kemilux stendur seg sterkari í kappingini við altjóða merkivørur og tryggja eina optimala sjónligheit í handlum og í hugaheiminum hjá føroyska brúkaranum, menti Sendistovan eina Single brand strategi, ið hevði við sær, at allar detailvørur stigvíst vera lagdar undir eitt nýtt brand sum eitur Vaska.

Vitandi at lýsingar bert er ein partur av samlaðu brúkaraupplivingini, valdi Sendistovan í tøttum samstarvi við Kemilux at hyggja holistiskt at produktinum; alt frá konsistens, anga, lit, pakning, navn, søguforteljing, samskifti og in-store promovering.


Loysnin

Vaska varð valt sum nýggja og beinrakta navnið á sápu frá Kemilux. Navnið sigur sum er, hvat vøran ger. Vaska ber harumframt fliðumerkið, sum trygd fyri, at vøran ikki inniheldur óneyðug kálkbindandi evni, og at hon lýkur strangastu ES-krøv. Kemilux legði seg við lanseringini av Vaska konseptinum eftir eini unikkari positionering í mun til allar aðrar sápur, sum kappast á føroyska marknaðinum.

Vaska er einasta sápan, ið er gjørd við atliti til føroysku náttúruna, uttan óneyðug kálkbindandi evni, og tí er hon meiri umhvørvisvinarlig enn flestu innfluttar sápur. Hetta er bæði snilt, snøgt og satt og ein sjálvsøgd orsøk til at keypa føroyska framleiðslu.

 Tað er ikki av tilvild, at Kemilux hevur valt fliðuna sum umhørvismerki. Fliðan er úr kálki og - eins og okkara viðkvæma umhvørvið annars - verður hon rakt av skaðiligu árinunum av kálkbindandi evnunum, ið sápa til evropeiska marknaðin vanliga inniheldur.


Úrslit

Síðani lanseringina av Vaska hevur Kemilux upplivað eina munandi øking í søluni av vørum til detail umframt ein generella øking í áhuganum fyri framleiðsluni hjá Kemilux og teirra virksemi.

Serliga er eftirspurningurin eftir eitt nú Aloe Vera og Rein øktur munandi, í trá við reina og umhvørvisvinarliga boðskapin.

Hetta merkir at snið og samskiftið hevur økt eftirspurningin og givið føroyska brúkaranum eina nýggja og meiri jaliga fatan av vørunum hjá Kemilux.