Fleiri tíðindi
 
Sendistovan letur upp í Klaksvík

23. august letur landsins størsta lýsingafyritøka, Sendistovan, upp deild í Klaksvík. Við hesum fáa vinnulívið og handilslívið í Norðoyggjum og Eysturoynni beinleiðis atgongd til tær fjølbroyttu tænastur, sum Sendistovan bjóðar, eitt nú lýsingar, lýsingabløð, faldarar, prentlutir, heimasíður, bildeko, handilsdeko, skelting og aðrar vørur.

 

Else Sjúrðarberg er sett í starv á Sendistovuni í Klaksvík. Hon er eitt kent andlit í býnum og fer við nógvu royndum sínum sum sniðgevi at taka sær av dagligu uppgávunum í tøttum samstarvi við Sendistovuna í Havn.

 

Else gleðir seg til spennandi avbjóðingina og ivast ikki eina løtu í, at við Sendistovuni fáa vinnulí