Brúkaraumboðið vildi heiðra eina fyritøku, stovn ella einstakling fyri at vísa góðan marknaðarføringssið og bað Sendistovuna um ráð til at menna eitt konsept. Úrslitið varð Prísurin.
Høvuðsendamálið við Prísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, góðum marknaðarføringssiði og prísupplýsing. Brúkaraumboðið fer nú hvørt ár at lata Prísin fyri hetta. Samstundis sum ein fyritøka, stovnur ella einstaklingur fær heiðurin, vil Prísurin eggja hesi hesum til at gera enn meira við brúkaravernd, eins og hann vil eggja øðrum til at fáa henda heiður. Harvið gerst Prísurin eitt gott amboð hjá Brúkaraumboðnum at varpa ljós á virksemi sítt, og hetta er júst endamálið: At vísa á Brúkaraumboðið sum stovn og á tað arbeiðið, sum stovnurin ger.
Virðislønin er gjørd úr plexiglasi og er formað sum ein gjøgnumskygdur prísur. Árstalið er eisini skrivað sum ein prísur, og hetta er saman við teksti og skjaldarmerkinum hjá Brú

