Næsta skúlaár fara allir 10. floksnæmingar í Tórshavnar kommunu at ganga í Eysturskúlan. Við nýggja tilboðnum – Nám X – bjóðar høvuðsstaðurin sínum ungdómi eitt øðrvísi og viðkomandi skúlaár, at næmingarnir skulu búnast, styrkja lesiførleikan og menna síni verkligu og skapandi evni.
Sendistovan hevur latið Nám X í til framtíðina og gjørt grafiskan samleika, heimasíðu og faldara. Í arbeiði okkara hava lagt dent á nógvu møguleikarnar, sum næmingarnir fáa í Nám X, og hetta sæst aftur í samleikanum, har sirklarnir umboða møguleikarnar.
Sniðið er ungt og frískligt, hevur lætta skrift, einføld grafisk element og greiðar myndir, sum avspegla skúlaumhvørvið sum upplivingar. Litirnir eru neutralir – við vilja, sjálvandi – tí Nám X er fyri øll og skal tí ikki hava eitt ov sterkt og ágangandi litspæl.
Heimasíðan vísir breytir og tímar við sjónligari litum og grafiskum elementum, og t&i

