Kaféin hjá Hotel Hafnia á Áarvegnum eitur nú Kafe Kaspar, eftir at hon eina stutta tíð hevur itið Nýggja Apotekið – ella í seinastuni bara Nýggja.
Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia, sigur um navnabroytingina, at tey eftir ynskjum frá heilsumyndugleikum valdu at ganga burtur frá apoteksnavninum, av tí at summum tókti tað vera ósambæriligt við kafevirksemi.
“Tað er við bestu vælvild, at vit hava eftirlíkað hesum ynski", sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri, sum eisini heldur, at Kasparnavnið hóskar framúr væl til akkurát hetta staðið.
Navnið stavar frá Georg Kaspar Hansen, vanliga nevndur Bakar Hansen, sum búði stutt niðan fyri Hotel Hafnia á Áarvegnum, og sum við sínum bakarakynstri og tónleikaligu gávum søtaði og ríkaði Havnina á so mangan hátt.
"– Navnið er faktiskt genialt!", leggur Oddbjørg afturat.
Kafe Kaspar læt upp í dag.

