2. februar 2010 varð Teitur Ellingsgaard útlærdur sum miðlagrafikari. Í dag handaði Niels Arge Galán, kreativur leiðari og lærumeistari, honum sveinabrævið.
Teitur fekk fyri sína fráfaringaruppgávu eitt 10-tal, ið er næsthægsta stig. Teitur er 'antaget med ros,' sum tað eitur, og tað sama kunnu vit siga hiðani av Sendistovuni. Í næstum fer Teitur at bjóða starvsfeløgunum í sveinagildi í nýggju húsum sínum, ið eru bygd til høvið.
Teitur Ellingsgaard heldur áfram í starvi sum sniðgevi á Sendistovuni. Vit eru errin av Teiti og ynskja honum hjartaliga til lukku.


