Fleiri tíðindi
 
SEV – Snøgt og streymlinjað

Fyri at savna sniðið hjá sær og geva tí eitt reinari og sterkari úttrykk, vendi SEV sær til Sendistovuna fyri at endurskoða, reintekna og dagføra búmerki, litir og skriftsnið felagsins.

 

Búmerkið hjá SEV myndaði ein snøggan boga við stovnsheitinum skrivað omanyvir, og eingin orsøk var at gera nakra kollveltandi broyting við sjálvum merkinum. Vit umteknaðu tó bogan og bygdu hann á reinar ellipsur, og búmerkið er nú meira fullfíggjað enn áður, umframt at tað er praktiskari at brúka í talgildum miðlum.

 

Sjálvur liturin á boganum er eisini vorðin bláari og hevur fingið eitt frískligt litspæl, sum ger búmerkið meira dynamiskt og livandi.

 

SEV hevur eisini fingið aðra eyðkennisskrift. Nýggja skriftin er Square sans Pro, sum við sínum rundaðu hornum stendur sterkari í mun til ta gomlu Helvetica, umframt at hon er opnari og meira tíðarhóskandi enn áður.

 

Fyri at seta nýggja samleikan í spæl vórðu framleidd visittkort, starvslýsingasnið, brævlinja, framl&oslas