|
Sendistovan er heildarveitari innan samleika, snið og samskifti. Vit hava staðið fyri nøkrum av Føroya størstu samleikaskiftum, vunnið hópin av virðislønum á messum, latið úr hondum nakrar av mest krevjandi heimasíðuloysnunum á føroyska marknaðinum, sett upp bókaverk av søguligum dimensiónum og gjørt lýsingaherferðir í øllum hugsandi miðlum.
Men okkara portfolio fevnir eisini um annað. Vit gera heimasíður og búmerki til smáar fyritøkur og vælgerðarfelagsskapir, gera starvslýsingar og tíðindaskriv og seta barnabøkur og prýða bilar. Antin uppgávan er lítil ella stór, so vilja starvsfólk okkara tryggja, at tænastan er góð, og at úrslitið altíð hevur bestu góðsku.
Í valmyndini vinstrumegin sært tú nøkur dømi um avrik, vit hava staðið fyri.
|