Hetta eru vit

Vit, sum arbeiða á Sendistovuni, eru Sendistovan. Vit eru hvørki eitt v-tal, eitt búmerki, ein bilur ella ein bygningur, men menniskju. Og tað stuttliga er, at tað eru okkara kundar eisini. Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Finn Dávid, Elisabeth, Edith, Eyðun, Eyðsvein og John á Dekostuvuni

Ann-Mari Egholm
Ann-Mari Egholm

ÁBYRGDARSNIÐGEVI /
ART DIRECTOR

Ann-Mari dugir gand og hevur skapanarevni sum fá. Og burtur úr ongum fær hon altíð tað vakrasta, lekkrasta, heitasta og feitasta fram. Hennara grafiska eyga verður ikki tikið.
+298 347 175 ame@sendistovan.fo
Barbara Maria Lamhauge
Barbara Maria Lamhauge

JUNIORRÁÐGEVI /
JUNIOR CONSULTANT

Barbara hevur fleiri bóltar í luftini. Tað snýr seg bara um at síggja heildina, brosar hon. Hon veit, hvussu man spælir bóltin víðari, og hvussu man altíð loftar teimum týdningarmestu bóltunum. Og eitt tvey trý, so sjonglerar Barbara ein bólt aftrat.
+298 794 168 bml@sendistovan.fo
Bárður Mikkelsen
Bárður Mikkelsen

SNIÐGEVI /
GRAPHIC DESIGNER

Bárður sleit sínar barnaskógvar í 2D-heiminum. Og á Sendistovuni sleppur hann at spenna seg út við animatiónsfilmum - allan dagin. Tí er hann glaður í sál og sinn. Ringitónin hjá honum? Super Mario-temalagið. Sum børn, so vaksin.
+298 794 159 bmi@sendistovan.fo
Búgvi Dalsgarð
Búgvi Dalsgarð

STRATEGISKUR RÁÐGEVI /
BRAND STRATEGIST

Búgvi var ikki føddur í gjár. Hann er útbúgvin MSc í Advanced Marketing Management. Men allíkavæl er hann ikki bundin at viti og skili: Hann er ein maður við hugsjónum. Tí Búgvi hugsavnar seg ikki um, hvussu tingini eru - men heldur hvussu tey áttu at verið.
+298 794 155 buda@sendistovan.fo
Christian Nagata
Christian Nagata

STJÓRI / CEO

Christian fær aldrin skeiva beinið úr songini. Nei, hann loypur út í dagin við báðum beinum. Hann hevur nógv ár á baki í vinnulívinum, men Christian er ikki sølumaður. Hann er tænastuveitari. Tí hann fer ígjøgnum eld og vatn fyri at veita eina góða tænastu.
+298 794 115 cna@sendistovan.fo
Dánjal Jacobsen
Dánjal Jacobsen

SNIÐGEVI /
GRAPHIC DESIGNER

Dánjal er eitt sindur øðrvísi enn aðrir sniðgevar. Hann er hálvur hvalbingur, sært tú. Hansara arbeiðslag ber brá av hesum serliga hvalbiarhegni: Hann unnar sær ikki hvíld. Og eins og aðrir hvalbingar kennir hann hárfínu javnvágina millum kleyvarskap og lýtaleyst avrik.
+298 794 169 dja@sendistovan.fo
Hans Ravnsfjall
Hans Ravnsfjall

RÁÐGEVI / CONSULTANT

Hans er eitt flogvit av einum forritara og ein gandakallur á einum gittara. Og onkursvegna dugir hann at fáa starv og ítriv at ganga upp í eina hægri eind. Tí forritstekstir og tónleikur líkjast, sigur Hans. Har er eitt ávíst mynstur, eitt hierarki. F - G7 - C. Soleiðis!
+298 794 184 hra@sendistovan.fo
Henry á Fríðriksmørk
Henry á Fríðriksmørk

TEKSTHØVUNDUR /
COPYWRITER

Hvør hevur besta málkunnleika á Sendistovuni? Henry. Hvør er best klæddi maðurin í landinum? Henry. Hvør heldur seg framvegis hava sína starvsleið innan málgransking, men í veruleikanum hevur náttúruborin evni innan lýsingar og kreativa skriving og verður 100% hangandi her í bransjuni? Henry.
+298 347 150 haf@sendistovan.fo
Ingrið Mortensen
Ingrið Mortensen

ÁBYRGDARSNIÐGEVI /
ART DIRECTOR

Sum ábyrgdarsniðgevi hevur Ingrið nógva, ja, ábyrgd. Hon er nemliga primus motor í kreativa toyminum. Hon letur hugskotini í og tryggjar teimum ein samanhang yvir tíð og rúm. Í so máta er hon byrjanin og endin. Vit spegla okkum í Ingrið.
+298 794 189 imo@sendistovan.fo
Jensia H. Gaardlykke
Jensia H. Gaardlykke

SNIÐGEVI /
GRAPHIC DESIGNER

Jensia teknar og teknar og teknar. Men onkutíð situr hon og summar seg og krympar eyguni saman. Tey glógva. Hon hugsar. Tí Jensia loypur ikki framav. Hon er still og stílrein. Alt verður gjørt til fulnar. Tað sæst aftur í arbeiðinum.
+298 794 173 jhg@sendistovan.fo
Katrin Egholm
Katrin Egholm

FYRISITING /
ADMINISTRATION

Katrin veit, at vinnulívið er, sum Harra Gud vil. Vilt tú fylgja við, mást tú tillaga teg. Við drúgvum royndum og hollari vitan torir hon at taka avgerðir av eintingum. Hon hugsar skjótt og ber eyga við hvønn einasta smálut. Katrin er so klárvakin.
+298 794 165 keg@sendistovan.fo
Katrin Svabo Bech
Katrin Svabo Bech

ÁBYRGDARSNIÐGEVI /
ART DIRECTOR

Svabo er sniðgevin, sum bara dugir ALT. Hon áhugar seg eisini fyri øllum. Lívið skal jú livast. La dolce vita. Ája. Svabo dugir eisini italskt. Bara soleiðis. Men at siga nei til eina arbeiðsuppgávu dugir hon ikki. Ein eldsál, sum neyvan fær sín líka.
+298 794 174 ksb@sendistovan.fo
Leivur Joensen
Leivur Joensen

SNIÐGEVI /
GRAPHIC DESIGNER

Leivur er ikki bara-bara. Eyguni eru sum í falki. Blaðuppseting? Tekstumbróting? Myndaredigering? Snakka ikki um. Leivur hevur Føroya besta eygamál … Og heimsins ruddiligasta skrivaraborð.
+298 794 172 ljo@sendistovan.fo
Niels Arge Galán
Niels Arge Galán

STJÓRI / CEO

Fyrst fær Niels eitt svakt hugskot. So eitt aftrat. So koyrir hann hugskotini í song saman: Svøk baby-hugskot síggja dagsins ljós, og tey leggja allan heimin undir seg ... Og Niels setir seg afturá aftur og yppir øksl, meðan tiltikna skálkasmílið hómast.
+298 794 166 nag@sendistovan.fo
Poul Arni Klein
Poul Arni Klein

JUNIORRÁÐGEVI /
JUNIOR CONSULTANT

Poul Arni uppsetir heimasíður, og heimasíðuuppseting kann jú vera bæði so og so. Men Poul Arni er lættur av lyndi og fær alt at síggja lætt út. Hann ger tað bara. Og kjattar tú við Poul Arna, lærir tú skjótt, at einki emoji slær góða, gamla Nokia 3310-smileyið: c”,)
+298 794 183 pak@sendistovan.fo
Turið Weihe Madsen
Turið Weihe Madsen

RÁÐGEVI / CONSULTANT

Turið er góð í ráðum. Í roynd og veru fekk hon hesa gávuna í vøggugávu. Tí Turið er meir ella minni uppvaksin í vinnulívinum í Havn. Sjálvt tær minstu uppgávurnar verða tiknar í ramasta álvara. Einki hóvasták - Turið hevur altíð tamarhald á støðuni.
+298 794 163 tma@sendistovan.fo